Seyvð mæææ: Úlvurin kemur
A downloadable game
Hetta er borðspælið vit gjørdu til Gamejam 2023
Í bólkinum vóru, í tilvildarligari raðfylgju:
- Maria
- Ólöf
- Ása
- Heini
- Jóhannus
Endamál við spælinum
Bjarga øllum seyðunum áðrenn úlvurin kemur. Hvørt umfar mást tú trekkja kort og um tú trekkir úlvin, so endar spælið. Seyðir, sum tú trekkir og spælir verða riknir í rætt, og eru seyðf.
Set upp
Tak X tilvildarlig kort til viks og tryggja at onki teirra er Úlvurin ella Woolverine. Blanda restina av kortunum og set tey á pinnin við baksíðuni upp. Um Úlvurin ella Woolverine er ovast, blanda so meira.
X: Talið av spælarum + 2
Spælgongd
- Spælarar tosa saman um hvørjar seyðir tey hava og avtala hvussu teir skulu spælast
- Spælarar kunnu spæla so nógvar seyðir tey hava hug til í tí raðfylgju tey hava hug til og gera alt tað, sum stendur á kortunum beinanvegin. Spældir seyðir fara í rætt.
- Allir spælarar trekkja eitt kort. Um Úlvurin verður trektur endar spælið.
- Tá úlvurin er trektur telja spælarar upp hvussu nógvir seyðir eru í rætt
- 0-5: Harður vetur. Kanska ein spælari klárar seg ígjøgnum veturin.
- 6-10: Kanska tit klára ígjøgnum veturin
- 11-15: Næstan ongin var svangur hendan veturin
- 15+: Úlvurin klárar seg helst ikki ígjøgnum veturin
Kortini
Hesi sløgini av kortum
- Hetja (<) Hesi kortini loyva spælarum at broyta raðfylgjuna av X kortum í bunkanum
- Bøur ( ~ ) Hesi kortini gera onki og tað er ikki neyðugt at reka tey í rætt
- Svartir seyðir Hesi kortini loyva spælarum at flyta kort ímillum bunkan, hondina, ella rættina. Summi svørt kort gera onnur ting
- Úlvur (x) Tá tú trekkir hendan endar spælið
Ferðaseyður (snara, gult í miðjuni)
Snara eitt kort (og øll omaná tí) 1-3 síður.
Hetjur (flyta kort, blátt í miðjuni)
Hetjurnar loyva spælarum at broyta raðfylgjuna á teimum ovastu kortunum, blanda úlvin niður í bunkan, ella flyta hann ávíst tal av kortum niður. 4 kort loyva spælarum at broyta raðfylgjuna á 3 kortum. 4 kort loyva spælarum at flyta úlvin upp til 3 kort niður. 4 kort loyva spælarum at blanda bunkan eftir at tey hava trekt 3 kort.
Serligir seyðir
Hesi kortini gera ymisk ting.
Woolverine: tak ovastu 5 kortini. Um úlvurin er millum teirra, tak hann úr, og tak næsta kort úr bunkanum ístaðin. Blanda bunkan (við úlvinum í) og legg tey 5 kortini omaná.
Sneaky sheep: Tá tú trekkir hetta, rek tað beint í rætt og trekk eitt nýtt
Veðurlamb: Blanda allan bunkan
Holy lamb: Hevur nógv hol
Heilalamb: Snara eina heila ferð runt
Rek í rætt: Flyt 3 tey ovastu kortini úr bunkanum í rættina
Rek í rangt: Flyt 3 tey ovastu kortini úr rættini á bunkan
Seyðatjóvur: Trekk 3 kort
Tvílemban: Trekk tvey kort, vel annað at koyra í rættina og hitt í hondina
Twobaas: Rek tvey kort í rætt
Dolly: Kopiera ein seyð í hondini hjá einum spælara
Kongsseyður: Kann ikki spælast uttan so at spælararnir hava 6 kort við bøi, sum teir kunnu geva kongsseyðinum.
Status | Prototype |
Category | Physical game |
Author | JohannusK |
Download
Install instructions
Ja, við toli. Klipp og klistra
Leave a comment
Log in with itch.io to leave a comment.